Íslendski innanríkisráðharrin leggur frá sær

Íslendski innanríkisráðharrin leggur frá sær
Hanna Brina Kristjánsdóttir, hevur í dag biðið um at verða loyst úr starvi sínum sum innanríkisráðharri
Mynd: ruv.is  
 
21.11.2014 - 15:35

Hon hevur verið undir trýsti, eftir at tað kom fram, at skjøl eru likin úr innanríkisráðnum.

Í farnu viku varð ein av ráðgevum hennara, Gísli Freyr Valdórsson, dømdur 2 mánaðar fongsul og sjey mánaðar treytaða fongsulsrevsing fyri at hava likið trúnaðarskjøl úr innanríkisráðnum til fjølmiðlar. Talan er um skjøl í einum máli um ein mann, sum hevur søkt um friðskjól í Íslandi.

Avleiðingar

Í kjalarvørrinum av dóminum í farnu viku, hevur Sjálvstæðisflokkurin boðað frá, at hann framvegis stuðlar henni sum innanríkisráðharra.

Beint eftir at dómurin var kunngjørdur, segði hon í samrøðu við fjølmiðlar, at hon fer úr politikki, tá hetta valskeiðið er runnið.

Í dag tekur hon so avleiðingarnar og fer frá sum innanríkisráðharri. Tað boðaði hon flokkinum frá seinnapartin ídag, skrivar RUV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329