Granskingarráðið vil umsita Sjúkrakassagrunnin

Granskingarráðið vil umsita Sjúkrakassagrunnin
Ráðið vísir á, at nógvar áhugaverdar granskingarverkætlanir bíða eftir pengum

23.02.2012 - 08:39

Granskingarráðið vil sleppa at umsita pengarnar hjá nýggja Sjúkrakassagrunninum.

Grunnurin, sum fær pengarnar hjá teimum 11 sjúkrakassunum, skal lata stuðul til at granska og upplýsa um heilsuviðurskifti.

Granskingarráðið sigur í brævi til Fíggjarnevndina hjá løgtinginum, at nógvar áhugaverdar granskingarverkætlanir bíða eftir pengum.

Granskingarráðið sigur, at fyrisiting ráðsins er eitt sjálvsagt boð upp á ein stovn, sum kann umsita eina nýggja játtan til gransking, í hesum førinum gransking á heilsuøkinum.

Sjúkrakassagrunnurin fær okkurt um 25 mió. kr. frá sjúkrakassunum.

Lógaruppskotið hjá Karsten Hansen, landsstýrismanni, um at stovna grunnin er í Fíggjarnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313