Kunnu ganga ímóti Umboðsmanninum

Kunnu ganga ímóti Umboðsmanninum
Fíggjarmálaráðið kann ganga ímóti avgerðini hjá Umboðsmanninum, men so má ráðið fáa stuðul frá løgtinginum, sigur danskur professari
 
29.11.2014 - 16:56

Danski professarin, Karsten Revsbech, leggur Fíggjarmálaráðnum lag á, hvussu ráðið kann almannakunngera so lítið sum gjørligt av uppskotinum til sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners.

Ráðið kann til dømis nokta at fylgja niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum, men so má ráðið útvega sær stuðul úr løgtinginum.

Ráðini hjá Karsten Revsbech, professara í løgfrøði, vera givin í einum skrivi, sum hann hevur sent Fíggjarmálaráðnum tann 26. november.

Eftir at Løgtingsins Umboðsmaður herfyri bað Fíggjarmálaráðið um at viðgera eina innlitsumbøn í CIP-sáttmálan av nýggjum, hevur ráðið heitt á danska professaran, Karsten Revsbech, um at meta um málið. Fíggjarmálaráðið hevur eisini sent niðurstøðuna hjá umboðsmanninum til hoyringar hjá CIP og Løgmansskrivstovuni.

Í svarinum sigur Karsten Revsbech millum annað, at Fíggjarmálaráðið skal vísa á, at tað verður trupult at fáa fyritøkur at bjóða upp á arbeiði í Føroyum, tí fyritøkurnar fara at óttast fyri, at upplýsingar verða almannakunngjørdar, sum tilboðsgevarar ikki vilja hava almannakunngjørdar.

Hetta kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá tí almenna, tí so fara færri tilboð at koma inn. Og hetta gevur í síðsta enda hægri prísir og verri góðsku.

Karsten Revsbech sigur í skrivinum, at Fíggjarmálaráðið eisini kann nevna, at skaðiliga árinið, sum ein slík almannakunngering kann hava, ikki kann skjalprógvast við ítøkiligum tølum, tí hetta snýr seg um nakað, sum kann henda í framtíðini.

Men Fíggjarmálaráðið kann siga, at av tí at Føroyar eru eitt lítið samfelag, er tað lætt hjá stórum tilboðsgevarum at leypa Føroyar um, um teir óttast víðgongt innlit í avtalur og uppskot til avtalur.

Og so hevur Fíggjarmálaráðið ein annan møguleika, og hann er ikki at akta umboðsmannin, sigur Karsten Revsbech.

Hesin møguleikin kann brúkast, um umboðsmaðurin ikki er nøgdur við grundgevingarnar hjá Fíggjarmálaráðnum og ráðið metir, at almannakunngering av upplýsingum kann gerast ein týðandi og álvarsligur trupulleiki fyri Føroyar.

Fíggjarmálaráðið eigur tó ikki uttan nakað at ganga ímóti niðurstøðuni hjá umboðsmanninum. Hetta má bara gerast hendingaferð, ávarar Revsbech.

Hann sigur, at skal Fíggjarmálaráðið ganga ímóti avgerðini hjá Umboðsmanninum, so má hetta ikki gerast uttan at ráðið fær løgmann at tryggja undirtøku fyri hesum í Løgtinginum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Morgunlestur fríggjadagur 29.november 2024
184108
Hósdag 28. november
RagnarRokk 28.november 2024
183843
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254
Mikudag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184234
Mikudag 27. november
Fólksins rødd 4:4 - teknmálstulkað
184221