Pál nummar fýra og nýtt føroyskt met

Pál nummar fýra og nýtt føroyskt met
Pál Joensen bleiv nummar fýra í HM-finaluni í Doha. Pál svam sína skjótastu tíð nakrantíð
 
07.12.2014 - 17:17

Pál Joensen kom á mál sum nummar fýra í HM-kappingini í Doha í Katar.

Hóast hann hevði sett sær fyri at vinna heiðursmerkið, so er vábingurin neyvan ónøgdur hóast alt.

Pál Joensen svam sína skjótastu tíð á 1500 metrum nakrantíð.

Tíðin hjá Páli var 14.26.54. Gamla føroyska metið, sum Pál sjálvur átti, var 14.32.15 frá HM í Berlin í 2009.

Sostatt tók Pál góð fimm sekund av sínum gamla meti.

Heimsmeistari bleiv Gregorio Paltrinieri

 

Tíðirnar

1. Gregorio Paltrinieri    Italia           14:16:10

2. Oussama Mellouli     Tunesia       14:18:79

3. Ryan Cochrane         Kanada        14:23:35

4. Pál Joensen             Føroyar        14:26:54

5. Gabriele Detti           Italia            14:29:94

6. Jordan Harrison      Avstralia       14:33:10

7. Michael McBroom  USA              14:34:31  

8. Richard Nagy         Slovakia        14:35:50 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928