Gjørdi undirlívskanningar hóast hann var meldaður

09.12.2014 - 18:06
InnlendisHeilsa
Gjørdi undirlívskanningar hóast hann var meldaður
Kommunulæknin, sum í summar varð suspenderaður, slapp at arbeiða hálvttriðja ár eftir at hann varð meldaður fyri kynsligan ágang

Í meira enn hálvt triðja ár virkaði ein kommunulækni í sínum starvi, EFTIR at hann var meldaður til løgregluna fyri at hava gjørt seg inn á kvinnur, sum komu til undirlívskanningar.

Ikki fyrr enn 15. august í ár verður kommunulæknin suspenderaður, meðan málið verður liðugt kannað.

Málið varð fyrstu ferð meldað í januar 2012.

Kringvarpið hevur tosað við eina av kvinnunum, sum hevur meldað kommunulæknan. Kvinnan, sum vil vera dulnevnd, undrast á, hvussu málið er handfarið.

Sjálv meldaði kvinnan læknan í januar í fjør, eftir at hon hevði verið til undirlívskanning.

SÍ EISINI Læknin: Eg havi einki skeivt gjørt

SÍ EISINI Løgreglan viðgongur: Kanningararbeiðið var drúgt

SÍ EISINI Kommunulækni skuldsettur fyri kynsligan ágang

SÍ EISINI Suspenderaður meðan málið verður kannað
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693
Sunnudag 22. februar
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
204615