- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havrannsóknarskip í partafelag
Havrannsóknarskip í partafelag
Eitt alment partafelag skal standa fyri nýggja havrannsóknarskipinum. Tað heldur meirlutin í fíggjarnevndini.
09.12.2014 - 19:50
Álitið hjá fíggjarnevndini til fíggjarlógaruppskotið fyri 2015, varð lagt fram í kvøld. Har sæst, at meirlutin í nevndini, tað eru umboðini hjá samgonguni, mæla til at seta tríggjar millliónir krónir av til eitt alment partafelag, ið skal eiga skipið. Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini, var gestur í Degi og Viku í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


















