3.000 fólk í samhugaverkfall við pedagogunum

3.000 fólk í samhugaverkfall við pedagogunum
12 fakfeløg hava lýst samhugaverkfall í 24 tímar. Verða teir 1900 pedagogarnir, sum eru í verkfalli, íroknaðir, verða tilsamans umleið 5.000 fólk á almenna arbeiðsmarknaðinum við hús í morgin

15.02.2012 - 12:48

Eini 3.000 fólk fara ikki til arbeiðis í morgin, tí fakfeløg fara í samhugaverkfall við pedagogunum, og taka sínar limir av almenna arbeiðsmarknaðinum.

Frammanundan eru 1900 pedagogar í verkfalli, so tilsamans verða umleið 5.000 fólk á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki til arbeiðis.

Samhugaverkfallið byrjar í morgin ári klokkan sjey, og varir eitt samdøgur, til  fríggjamorgunin klokkan sjey

Feløgini, sum lýsa stuðulsverkfall, eru:

Starvsmannafelagið

Føroya Tekniska Lærarafelag

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Fysioterapeutfelag Føroya

Ergoterapeutfelagið

Ljósmøðrafelag Føroya

Bioanalytikarafelagið

og Heilsuhjálparafelagið

Harafturat stuðlar Akademikarafelag Føroya pedagogunum. AKF fevnir um Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag og Magistarafelagið.

Umframt hesi 12 fakfeløg, sum lýsa við 24 tímar stuðulsverkfalli, eru tvey onnur, Almanna- og heilsurøktarafelagið og Føroya Psykiatrifelag, sum nokta limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

At eini 3.000 fólk eru við hús og ikki á almenna arbeiðsmarknaðinum í morgin, hevur við sær, at almennar og kommunalar tænastur verða nógv skerdar. Samhugaverkfallið hjá Starvsmannafelagnum rakar tó ikki strandfaraskipini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423