Tænastufólk 120 mió. kr í eftirløn í ár

Tænastufólk 120 mió. kr í eftirløn í ár
Næstu árini fer landskassin at rinda meiri enn 200 mió. kr. um árið í eftirløn til tænastufólk, umframt eftirløn til løgtings- og landsstýrisfólk
 
10.12.2014 - 14:42

Landskassin rindar góðar 120 mió. kr. í eftirløn til tænastufólk, løgtingsfólk og landsstýrisfólk í ár.

Tað siga tøl hjá Gjaldstovuni.

Helvtin er eftirløn hjá lærarum. 

Tænastufólk eiga sum er tríggjar milliardir og 325 milliónir krónur í eftirløn. Teir pengarnar eiga tey at fáa úr landskassanum.

Landskassin fær tó ein ikki so lítlan part aftur, og kommunurnar fáa eisini ein part, tí eftirlønin verður skattað sum vanlig inntøka. Løgtingsfólk og landsstýrisfólk eru ikki við í hesum talinum, 3,325 mia. kr. 

Útrokningar

Ein aktuarur, ein tryggingarfrøðingur, er í ferð við at rokna út, hvussu nógv landskassin skyldar løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum í eftirløn. Tølini hjá Gjaldstovuni vísa, at eftirlønin kostar landskassanum nakrar milliónir meira fyri hvørt árið.

Nýggjasta talið, sum er endaligt, er tað fyri 2014, til 1.desember. Ein framrokning sigur, at í ár fara eftirlønirnar hjá tænastufólkum, løgtingsfólkum og landsstýrisfólkum at kosta landskassanum 123 milliónir og 765.000 kr.

Síðani er talan um metingar. Og tær siga, at um tíggju ár kemur talið í hæddina og fer tá upp um 200 milliónir um árið.

Talið minkar so aftur, tí færri fólk eru sett í tænastumannastørv seinastu árini. Til dømis verða lærarar og pedagogar ikki settir í tænastumannastørv longur.

Nú eru 386 tænastufólk

Í 2010 vóru 485 tænastufólk í Føroyum. Í ár eru tey hundrað færri, 386. Verða ikki nýggj tænastumannastørv skipað, vera 167 tænastufólk eftir um 20 ár sambært tølunum. 

Og sambært landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, er hansara politikkur heilt at gevast við at seta fólk í tænastumannastørv.   

Tænastufólk fáa eftirløn hvønn mánað, so leingi tey liva, eftir at tey eru farin frá. Tá tey doyggja, fáa hjúnafelagi og børn eftirlønina, børnini til tey fylla 21 ár, eftir ymsum treytum. 

Landið hevur fýra sáttmálar við fakfeløg hjá tænastufólkum, tey eru Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Tænastumannafelagið og Serlæknafelagið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744