Sjúkrakassagrunnur skal menna heilsuøkið

Sjúkrakassagrunnur skal menna heilsuøkið
Stovnfæið í nýggja grunninum er 25 milliónir krónur, sum sjúkrakassarnir áttu, áðrenn Heilsutrygd kom

09.02.2012 - 10:07

Í vár verður ein nýggjur grunnur stovnaður, sum skal menna heilsuøkið í Føroyum. Stovnsfæið hjá grunninum verður 25 milliónir krónur. Hetta eru pengar, sum sjúkrakassarnir áttu, tá teir noyddust at víkja fyri Heilsutrygd.

Í gjár legði Karsten Hansen, landsstýrimaður í heilsumálum, fram uppskotið um Sjúkrakassagrunn Føroya.

Endamál grunsins er at veita stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Talan kann vera um gransking og upplýsing.

Ein nevnd verður sett at stýra Sjúkrakassagrunninum.

Drúgvar samráðingar hava verið millum Heilsumálaráðið og Meginfelag Sjúkrakassa Føroya um ognirnar hjá teimum 11 sjúkrakassunum.

Sjúkrakassarnir høvdu ta fatan, at talan var um ogn hjá sjúkrakassunum sum verandi privat feløg, men Heilsumálaráðið vísti á lógina um sjúkrakassar, sum sigur nakað annað.

Nú eru partarnir vorðnir kortini samdir um, at allar ognir, pengar og hús, hjá sjúkrakassunum fara í nýggja grunnin.

Bygningurin hjá Havnar Sjúkrakassa er ikki við í stovnfænum enn, tí hann er ikki seldur. Bókaða virðið er tvær milliónir og 240.000 kr. Men í 2010 varð mett, at hann kundi seljast fyri mangt slíkt, ella 8,5 milliónir.

Sambært uppskotinum um viðtøkur fyri grunnin kann nevndin stovna eina ískoytistrygging, har sum limir kunnu fáa ískoyti til sjúkraviðgerð, heilivág og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. oktober
Mono
198163
Mikudag 8. oktober
Skratsj 8. oktobur 2025
198151
Mikudag 8. oktober
Eitt korter við klassiskum tónleiki
198147
Mikudag 8. oktober
Nú skal urtagarðurin sova
198135
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. oktober
Sofía og djórini
146615
Mikudag 8. oktober
Meira enn bara vera til - teknmálstulkað
198160
Mikudag 8. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
198142
Týsdag 7. oktober
Veðrið
198110
Týsdag 7. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
198081