Putin: Nato er størsta hóttanin

Putin: Nato er størsta hóttanin
Russiski forsetin hevur skrivað undir eina nýggja hernaðarliga doktrin
 
27.12.2014 - 09:19

Viðurskiftini millum Russland og Vesturheimin hava verið kaldlig seinasta árið, og nú er líkt til, at tey eru kølnað uppaftur meira.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, skrivaði í gjár undir eina nýggja hernaðarliga doktrin, sum sigur, at Nato-felagsskapurin er størsta hóttanin móti landsins trygd, skrivar tíðindastovan AP.

Í doktrinini verður dentur lagdur á, at tað serliga er Nato-herdubbingin nærindis russiska markinum, sum elvir til ótryggleika. At vesturheimurin hevur sent fleiri herfólk til baltisku londini er leggja politiskt og strategiskt trýst a Russland, sigur Putin.

Tryggja limalondini

Men Nato svarar aftur og sigur, at tað er fyri at tryggja limalondini móti russiskum ágangi, at felagsskapurin hevur dubbað seg. 

- Vit verja okkum og halda altjóða lóg. Russisku átøkini í Ukraina bróta altjoða lóg og ávirka trygdina í Evropa, sigur Nato-talskvinnan, Oana Lungescu.

Í nýggju doktrinini verður hildið fast við, at Russland kann nýta atomvápn, verður tað álopið við atomvápnum ella hópoyðingarvápnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162