Fara kanska framvegis at krevja tunnilsgjald

Fara kanska framvegis at krevja tunnilsgjald
Tað gongur skjótt at gjalda Vágatunnilin og Norðoyatunnilin aftur, men tað kostar nógv at halda tunlarnar viðlíka

07.02.2012 - 14:54

Tað er ikki vist, at tað verður ókeypis at koyra í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, tá teir eru útgoldnir.

Tað skiltist á Kára P Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, tá hann svaraði einum fyrispurningi á ungdómstinginum í dag.

Skuldin í teimum báðum undirsjóvartunlunum minkar skjótt, og hon er nú tilsamans 155 milliónir krónur.  60 milliónir eru eftir av skuldini hjá Vágatunlinum, og 95 milliónir eru eftir av skuldini hjá Norðoyatunlinum.

Kári P. Højgaard segði, at einar 30 milliónir krónur av skuldini eru goldnar skjótari enn ætlað, men tað kostar at halda tunlarnar viðlíka, og tí fara hesar 30 milliónir helst at síggjast aftur í utreiðslunum til viðlíkahald, segði landsstýrismaðurin.

Tað skiltist eisini í svarinum frá Kára P. Højgaard, at samgongan hevur ikki avgjørt, hvussu framtíðin skal vera, tá ið ræður um fast samband millum oyggjar.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179