Eru givin at leita

Eru givin at leita
Bretsku bjargingarliðini eru givin at leita eftir fólkum, sum kunnu verða á lívi, eftir at skipið Cemfjord gekk burtur norðanfyri Skotlandi.
 
05.01.2015 - 09:04

Átta fólk, - sjey polendingar og ein av Filipsoyggjunum, vórðu umborð á skipinum Cemfjord, sum var á veg úr Aalborg við sementi til Runcorn við Liverpool í Onglandi. Eingin av manningini er funnin. 

Bjargingartyrlur og skip leitaðu í allan gjár, hóast vánaligt veður var á leiðini. Seinast Cemfjord hevði samband við umheimin var á middegi fríggjadagin. 

Komu fram á skipið

Leygardagin fann ein ferðafólkaferja, sum sigldi framvið,  skipið, sum lá koppað í sjónum. Boðað var frá í stundini og leiting sett í verk. 

Cemfjord sendi ikki neyðarkall, skrivar Ritsau. 

Eitt týskt reiðarí eigur skipið, sum er skrásett í Kypros. Skipið er 83 metrar langt, og í lastini vóru 2.000 tons av sementi, tá tað gekk burtur. 

Skipið var smíðað í 1984 og í 2014 var skipið til eftirlit, og tá vóru ongar viðmerkingar til standin, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851