Brimil komin á Havnina við North Ocean

Brimil komin á Havnina við North Ocean
Um hálvgum fimm tíðina í morgun kom Brimil inn á Havnina við russiska trolaranum, North Ocean, ið eldur kom í sunnanfyri Føroyar
Brimil kom í morgun á Havnina við russiska trolaranum, North Ocean, ið eldur kom í mánakvøldið
 
07.01.2015 - 08:14

Tað var um 11 tíðina mánakvøldið, at MRCC Tórshavn fekk fráboðan um, at eldur var í maskinrúminum á North Ocean, og at teir ongan streym høvdu umborð. Fleiri skip vóru hjá trolararnum, og manningin var ongantíð í vanda.

Við trolaranum vóru 32 mans. 12 teirra vóru fluttir yvir á danska sjóverjuskipið Tetis, Brimil tók í móti seks av manningini, og 14 vórðu verðandi umborð á trolaranum. Um nátturðatíð í gjárkvøldið kom Tetis inn á Kollafjørð við manningini.

SÍ EISINI Eldur í trolara 90 fjórðingar sunnanfyri Føroyar

Brimil fór at toga North Ocean seinnapartin týsdagin. Meira alda var í sjónum enn teir roknaðu við, og tað seinkaði teimum nakað. Við átta míla ferð komu teir til Havnar um hálgvum fimmtíðina í morgun, sigur MRCC í morgun.

Tórshavnar sløkkilið stóð fyri skipinum, og roykkavarar vórðu sendir niður í maskinrúmið fyri at staðfesta, um eldur framvegis logaði. Jón Herluf Persson, vakthavandi hjá Tórshavnar Sløkkiliði sigur, at har var kalt og eingin eldur.

Jón Herluf Persson leggur aftrat, at maskinrúmið hevur fingið nakað av skaða. Nógvi hitin frá eldsbrunanum hevur hevur smeltað rør, káplar og isolering umborð á trolaranum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091