Mælir til styrkt norðurlendskt samstarv

Mælir til styrkt norðurlendskt samstarv
Grønland og Føroyar eiga at skipa samstarv um verju- og trygdararbeiði við Danmark og onnur norðurlond, sigur professari við lærda háskúlan í Aarhus
Føroyar og Grønland eiga at skipa samstarv um verju- og trygdararbeiði við Danmark og onnur norðurlond, heldur danskur professari
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
07.01.2015 - 11:00

Tað er Michael Bøss, professari við lærda háskúlan í Aarhus, sum í eini kronikk í danska dagblaðnum, Politiken, mælir til økt samstarv ímillum londini.

Fyrrverandi norski uttanríkisráðharrin, Thorvald Stoltenberg, mælti í heyst til at seta niður skjóttarbeiðandi nevnd, sum skal koma við uppskoti um, hvussu Norðurlond kunnu skipa tættari samstarv og verja hvønn annan, skrivar knr.gl.

Hetta hendir eftir eitt nú kreppuna í Russlandi, sum hevur elvt til størri frástøðu til Vesturheimin. Í nevndini skulu umboð fyri Føroyar og Grønland eisini vera, skjýtur Michael Bøss upp.

Økt samstarv týdning fyri londini

- Eg haldi, tað hevur týdning, at Danmark er við í slíkum samstarvi fyri at umboða Ríkisfelagsskapin. Tí er tað eisini best at Føroyar og Danmark taka lut í nýggju nevndini, soleiðis at tey kenna ognarskap í nýggja uppskotinum, sum nevndin skal gera.

- Tey fara jú, saman við Íslandi, at vera centralt placerað í útjaðaranum av útnorði, tað vil siga í Norðuratlantshavi og Arktis, skrivar Michael Bøss í kronikkini í Politiken.

Tætt samstarv ímillum norðurlond, og eisini Føroyar og Grønland, fer tó ikki at skapa størri frástøðu til Russland, hevur Stoltenberg staðfest.

Hinvegin eigur tað at skapa størri samstarv við russiska forsetan, Vladimir Putin, um felags áhugamál í norðurlondum og artisku økjunum í Norðuratlantshavi, skrivar knr.gl

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Týsdag 21. juli
Ung lesa 4.partur - Kjarr
210831
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097