Eru sterkasta landið í undan undankappingini

Eru sterkasta landið í undan undankappingini
Nú er greitt hvørjum føroyska A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla í móti í undan undankappingini á Malta í apríl
 
19.01.2015 - 14:22

Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum er komið í bólk B saman við Malta, Georgia og Andorra. í bólki A eru Moldova, Luxemburg, Letland og Litava. 

Dystirnir verða spældir á Malta í døgunum 4 til 9 apríl. Londini spæla einaferð móti hvørjum øðrum, og vinnarin í bólkinum sleppur víðari til EM undankappingina 2017.

Eru sterkast, men tvey ókend lond

Eftir styrkislistanum at meta, so er føroyska landsliðið tað sterkasta av øllum átta londunum, ið skulu spæla eina undan undankapping. 

Tó so eru Moldova og Andorra nýgg limalond í hesum høpi. Hetta er fyrstu ferð at tey luttaka til EM. Tískil er ringt at vita hvussu hesi londini eru fyri. 

Hini londini i okkara bólki, ið eru Malta og Georiga liggja bæði aftanfyri Føroyar. Føroyar liggja nummar 42 og hini ávikavíst nummar 44 og 45. 

Hin bólkurin, sum Luxemburg, Letland og Litava liggja eru liggja aftast á listanum, sum numm 48, 47 og 46.  Og síðani Moldova, sum er eitt nýtt limaland. 

Tískil høvdu Føroyar óivað fingið eitt betri lutakast, um tær vóru komnar í A bólkin. 

Undan undankapping

Hesir dystirnir sum føroyska landsliðið skal spæla verða kallaðir "preliminary round", sum er ein undankapping áðrenn undankappingina til endaspælið.

Hesi londini, ið liggja aftast á styrkislistanum, skulu fyrst vinna sín bólk í undan undankappingini fyri at fáa luttøku til undankappingina í september. 

Hetta er sami leistur, sum til HM undankappingina. Tá kláraði føroyska landsliðið seg so væl, at tað spældi seg fyri fyrstu ferð víðari til eina HM undankapping. 
A-landsliðið hjá kvinnum endaði tá á næstaftasta plássi.

Ikki luttikið til EM undankapping síðan 1997

Føroyska A-lansliðið hjá kvinnum skrivaði longu søgu í 1997, tá tað fyri fyrstu ferð spældi eina undankapping. Tá varð ikki spælt ein undan undankapping, men beinleiðis luttøka til undankapping. 
Føroyar komu tá í ein sterkan bólk, men vunnu á Wales og endaðu tískil kappingina við trimum stigum.

Síðan 1997 hevur besta landsliðið hjá kvinnum verið í einum aldudali við uttanlandsluttøkum. 

Men í 2009 spældi landsliðið so eina undan undankapping og aftur í 2013. Landsliðið fekk trý stig í undan undankappingini í 2013, men endaði á aftasta plássi. 


Fyrstu ferð 16 lond 

Tá endaspælið verður spælt í Hollandi í 2017, verða tað fyri fyrstu ferð 16 lond, sum sleppa við.

UEFA hevur valt at økja endapælið við fýra londum. Soleiðis at endapælið nú fer frá at verða 12 til at verða 16 lond.

Tað vil siga at tá undankappingin byrjar í septembur, so sleppa fýra lond við afturat, sum í 2013 ikki høvdu komið við. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Fríggjadag 17. januar
Morgunlestur fríggjadagur 17. januar 2025
186263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418