Bara fyrispurningar á ársins fyrsta tingfundi

Bara fyrispurningar á ársins fyrsta tingfundi
Tveir landsstýrismenn fara at svara fýra fyrispurningum á tingfundinum í dag, millum annað um børn hjá skildum foreldrum
Løgtingsfundur er í dag, tann fyrsti í 2015. men einki mál er at viðgera, bara skrivligir fyrispurningar.
 
20.01.2015 - 07:58

Fyrsti løgtingsfundurin í ár er í dag klokkan 11.00.

Skráin er ikki drúgv, fýra skrivligir fyrispurningar frá tingfólkum skulu svarast.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, skal svara trimum spurningum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, einum.

Børn og skattur

Karsten Hansen skal svara fyrispurningum um rættindi hjá børnum, tá foreldrini eru skild, um serlæknar og um Psykiatriska depilin.

Jørgen Niclasen er spurdur um lønir, skatt, gjøld og frádráttir í ymsum lønarbólkum.  

Nú tingfundur er, eru eisini nakrir nevndarfundir í dag.

Millum annað fer Trivnaðarnevndin at orða spurningar til Karsten Hansen, landsstýrismann, sum nevndin vil hava í samráð um mammografi og onnur viðurskifti í heilsuverkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896