Vága floghavn meldað fyri eldhættisligt virksemi

Vága floghavn meldað fyri eldhættisligt virksemi
Brunaeftirlitið setti forboð fyri at brúka bunkringarstøð til flogførini
Brunaeftirlitið hevur meldað Vága floghavn fyri at bróta reglur um eldhættisligt virksemi.
 
23.01.2015 - 12:26

Brunaeftirlitið hevur meldað Vága Floghavn fyri brot á reglur um eldhættisligt virksemi á flogvøllinum.

Politiið fekk fráboðanina 19.november í fjør. Hon er nú til viðgerðar hjá varafútanum, sum er løgfrøðingur.

Brunaeftirlitið gav Vága Floghavn forboð fyri at brúka nýggju bunkringarstøðini hjá flogførunum, tí Brunaeftirlitið hevur ikki góðkent tey.

Men tá Brunaeftirlitið helt seg vita, at flogførini kortini bunkra har og tí bróta forboðið, meldaði politiið Vága Floghavn.

Politiið váttar, at tað fekk málið 19.november í fjør. Málið er latið løgfrøðingi at taka støðu til, áðrenn avgjørt verður, hvat politiið skal gera.

Ikki góðkent farstøðina 

Nýggja farstøðin á flogvøllinum hevur heldur onga brunagóðkenning frá Brunaeftirlitinum, sum sambært Brunaeftirlitinum er góðkennandi myndugleikin.

Kortini fekk P/f Vága Floghavn loyvi at brúka komu- og farstøðina tann 3.juli í fjør. 

Eitt ráðgevandi felag, Notir, gav loyvið vegna Sørvágs kommunu.

Sambært Innlendismálaráðnum skal Brunaeftirlitið góðkenna farstøðina, tí byggimálið byrjar í 2011, og byggilógin, sum sigur, at kommunurnar nú hava myndugleikan, kom í gildi 1.apríl í 2013.

Niðurstøðan á gáttini

Brunaeftirlitið fekk tann 16.oktober í fjør tilfarið frá Vága Floghavn, sum tað, sambært Brunaeftirlitinum, átti at fingið frá Sørvágs kommunu, áðrenn nýtsluloyvið varð latið farstøðini. 

Brunaeftirlitið er nú í ferð við at kanna tilfarið, og ein niðurstøða er á gáttini.  

Brunaeftirlitið royndi annars við kæru at fáa nýtsluloyvið ógildað ella at fáa staðfest, at nýtsluloyvið ikki er galdandi.

Kærunevndin í lendismálum vísti tó kæruni frá sær. Sambært nevndini kann Brunaeftirlitið ikki kæra, tí tað er ikki partur í byggimálinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206005
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta
206004
Sunnudag 22. mars
Gudstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979