Bacalao hevur selt ísvirkið

Bacalao hevur selt ísvirkið
Felagið, ið rekur landingarmiðstøðina á Vestaru bryggju, hevur keypt ísvirkið frá einum dóttirfelag hjá Bacalao
Ísvirkið á Vestaru bryggju í Havner selt einum felag, ið frammanundan rekur landingarmiðstøðina á Vestaru bryggju
Mynd: Kort: Google Earth

30.01.2015 - 13:00

Sp/F Barðið, sum rekur landingarmiðstøðina á Vestaru bryggju, hevur gjørt avtalu við p/f Langasker, sum er eitt dóttirfelag hjá P/F Bacalao, um at keypa ísvirkið á ískajini.

Ísvirkið stendur á øki, sum Tórshavnar havn eigur, og Tórshavnar havn mælti til at gera nýggjan 15 ára leigusáttmála við Barðið. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum hóskvøldið.

Økið verður framhaldandi brúkt sum grundøki til bygning, ið framleiðir ís til niðurkøling av fiski og annað, og hetta í samsvar við byggisamtyktina, skrivar Tórshavnar Kommuna.

Poli Joensen, stjóri á Barðinum sigur, at ongar broytingar verða gjørdar, annað enn, at tað nú er Barðið sum veitir tænastuna víðari at geva skipunum ís.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635