Privat vatn verður kommunalt

Privat vatn verður kommunalt
Hvalbiar kommuna hevur yvirtikið vatnfeløgini í Nesi, í Sandvík, í Garðsenni og í Skálum.
Vatnið í Hvalbiar kommunu verður sum frálíður reinsað í einum og sama kommunala reinsiverki.
Mynd: Sigrid Ewald  
 
01.02.2015 - 09:51

Hvalbiar kommuna hevur í longri tíð samráðst um at yvirtaka privatu vatnfeløgini í kommununi. Hetta verður gjørt, tí krøvini um reint vatn eru herd munandi seinastu árini, sigur kommunan. 

Nú eru so vatnfeløgini í Nesi, í Sandvík, í Garðsenni og í Skálum yvirtikin. Ætlanin er eisini, at kommunan skal yvirtaka hini vatnfeløgini í kommununi. Hesi feløgini eru tvinni. Eitt er á Hamri, og hitt er suðuri í haga og eitur Vatnfelagið á Heyggi. 

Tað kostar ikki kommununi nakað at yvirtaka vatnfeløgini, sigur Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba, við útvarpið í morgun. Men kommunan yvirtekur skyldurnar at veita vatn, sum er reint sambært lógvarkrøvum, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328