Óvissa um vatnorku í framtíðini

Óvissa um vatnorku í framtíðini
Nú, skjótt hálvt annað ár er farið, síðani loyvið hjá SEV at brúka áirnar fór úr gildi, veit landsstýrið ikki at siga, hvussu verður við vatnorkuni
Landsstýrið veit ikki at siga, hvussu verður við vatnorkuni í framtíðini, nú skjótt hálvt annað ár er farið, síðani loyvið hjá SEV at brúka áirnar fór úr gildi

03.02.2015 - 14:55

Landsstýrið bíðar eftir tilmæli frá Jarðfeingi. Men longu nú er greitt, at SEV fær sítt loyvi endurnýggjað. Men onnur sleppa eisini framat, sigur landsstýrismaðurin í orkumálum.

Formliga hevur SEV framvegis loyvi til at brúka vatnorkuna til at gera streym. Loyvið er hesa ferð longt til 28. februar. Men SEV fær longt loyvið fyribils, um eingin niðurstøða er gjørd fyri 28. februar.

Sambært kunngerð frá 1963 fekk SEV loyvi at nýta vatnorkuna í Streymoynni, Eysturoynni, Vágum og í Suðuroynni í 50 ár. Í 2012 bað SEV um, at loyvi varð longt 50 ár afturat.

Loyvið er longt í fleiri umførum

Enn hevur SEV ikki fingið formligt svar, men loyvið er longt í fleiri umførum í styttri tíðarskeið hvørja ferð, sigur Bogi Andreasen, løgtingslimur, sum setti Johan Dahl, landsstýrismanni, fyrispurning um málið.

Johan Dahl svarar, at Jarðfeingi skal gera Vinnumálaráðnum tilmæli um hetta málið. Jarðfeingi hevur samskifti við SEV og aðrar viðkomandi partar um tilmælið.

Partarnir hava fingið innlit í alla málsviðgerðina, og Bogi Andreasen, sum er næstformaður í nevndini hjá SEV, eigur at vita um hesi viðurskifti, sigur Johan Dahl

Hann sigur eisini, at sambært aðalendamálinum í elveitingarlógini eiga onnur enn SEV at sleppa at brúka vatnorkuna, møguliga saman við SEV.

Krevja serstakt loyvi frá myndugleikunum

Yvirskipað er tó ætlanin at geva SEV nýtt loyvi til verandi framleiðslu. Men ásett verður í loyvinum, at øking í framleiðsluni umframt øll nýggj framleiðsla krevja serstakt loyvi frá myndugleikunum.

Aðrir veitarar kunnu sostatt søkja um at sleppa at gera streym úr vatnorku, um verkætlan teirra er kappingarfør í prísi og tøkni og í tráð við eina skynsama útbygging av elskipanini.

Viðkomandi spurningurin er tó, hvat skal útbyggjast, og ikki hvør skal fremja hesa útbygging, sigur Johan Dahl í svari sínum. Hann sigur, at í næstum ætlar at biðja løgtingið um aðalorðaskifti um elorku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815