Keypt góðskingarvirki í Týsklandi

Keypt góðskingarvirki í Týsklandi
Samtakið Christian í Grótinum í Klaksvík hevur keypt eitt góðskingarvirki í Týsklandi, sum virkar makrel í dós
Samtakið Christian í Grótinum í Klaksvík keypt eitt góðskingarvirki í Týsklandi, sum virkar makrel í dós
Mynd: nordlysid.fo  
 
06.02.2015 - 09:31

Virkið góðskar makrel í Flensburg, men hevur eisini eitt virki í Bremerhaven, sum virkar vørur úr upsa og alaska pollock.

Norðlýsið skrivar, at samtakið, sum eigur nótaskipini Norðborg og Christian í Grótinum, hevur arbeitt við eini ætlan um at byggja góðskingarvirki í Klaksvík, men av tí at 25 prosent tollur er á vørum, sum verða virkaðar úr makreli og sild, hevur hetta ikki borið til.

Tá tað frættist, at fyritøkan Larsen Seafood var farin í gjaldsteðg og var til sølu, varð farið at kanna møguleikan at keypa virkið í Týsklandi, og í gjár skrivaði Christian í Grótinum-samtakið undir sáttmála vvið bústjóran um at keypa bygningar, maskinur og goymslur yvir í eitt nýstovnað felag í Týsklandi.

Einki verður upplýst um, hvat fyritøkan er keypt fyri.

Norðlýsið skrivar, at virksemið hjá Larsen Seafood er ongantíð steðgað, og meðan gjaldsteðgur hevur verið, hevur fyritøkan røkt sínar skyldur mótvegis kundunum. Tað ber í sær, at samtakið í Klaksvík tekur yvir tvær verksmiðjur, sum góðska og selja hvønn dag.

Hóast fyritøkan hevur havt hall seinastu tvey árini, vænta nýggju eigararnir, at gongdin kann broytast. 

Málið hjá samtakinum Christian í Grótinum er framvegis at byggja eitt góðskingarvirki í Klaksvík, og sagt verður, at íløgan í Týsklandi er eitt gott útgangsstøði fyri hesum.

Ætlanin er at góðska og selja 3,8 milliónir milliónir dósir av makreli um mánaðin, ella 45 milliónir dósir um árið á virkinum í Flensburg. 

Virkið í Bremerhaven virkar umleið 3.000 tons av alaska pollock og upsa um árið.

Í Flensburg arbeiða umleið 160 fólk og í Bremerhaven umleið 50 fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116