Vil hava at vita nær lóg um barnaváttan kemur

Vil hava at vita nær lóg um barnaváttan kemur
Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur nú spurt løgmann, hvat varð av lógini um barnaváttanir
Lógin um barnaváttan, ið skal avmarka møguleikan hjá fólki, sum fremja kynsligan ágang, at arbeiða við børnum er á veg, sigur løgmaður í svari til Sirið Stenberg
 
06.02.2015 - 18:05

Fyrst skulu ein donsk lóg og ein donsk kunngerð setast í gildi í Føroyum, og síðani skal Mentamálaráðíð gera eina føroyska lóg um barnaváttan

Í oktober í 2012 samtykti løgtingið eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum um at biðja landsstýrið fáa í lag barnaváttanir í Føroyum. Barnaváttanir skulu avmarka møguleikan hjá fólki, sum fremja kynsligan ágang, at arbeiða við børnum.

Tá skipanin er komin, skulu hesi fólk vísa reina barnaváttan, tey skulu ikki vera dømd fyri at hava framt kynsligan ágang móti børnum. Sirið Stenberg, løgtingskvinna, hevur nú spurt løgmann, hvat varð av lógini um barnaváttanir.

Kaj Leo Holm Johannesen svarar, at danska lógin um persónsupplýsingar skal setast í gildi í Føroyum fyrst. Lógin er á veg, svarar løgmaður. Og ein kunngerð skal eisini lýsast, so politiið í Føroyum kann skriva út barnaváttanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV