Framtíðar elorkuskipanin grundast á varandi orku

Framtíðar elorkuskipanin grundast á varandi orku
Vinnumálaráðið setti í 2012 arbeiðsbólk at gera virkisætlan og tilmæli um framtíðar elorkuskipan í Føroyum. Arbeiðsbólkurin er nú liðugur
Framtíðar elorkuskipanin grundast á varandi orku
Mynd: Savnsmynd  
 
10.02.2015 - 08:51

Tilmæli eru nú gjørd um framtíðar elorkuskipanina í Føroyum.
Vinnumálaráðið setti í 2012 arbeiðsbólk at gera virkisætlan og tilmæli um framtíðar elorkuskipan í Føroyum, sum í nógv størri mun enn í dag skal grundast á varandi orku. Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri Vinnumálaráðið, SEV, Jarðfeingi og Dansk Energi. 
Bólkurin nevnir í virkisætlanini 26 tilmæli um átøk og 7 ítøkilig átøk innan framleiðslu, orkugoymslu, nýtslu og elskipan. - Arbeiðsbólkurin hevur tikið økini við, sum mest sannlíkt koma at hava stóran týdning næstu 10 árini. 

Oljurikin orkuverk hava í mong ár verið bulurin í føroyskari elframleiðslu, og tað fara tey framvegis at vera í nøkur ár, sigur arbeiðsbólkurin. 
Tó kunnu uppsetingar av fleiri vindmyllum, meiri vatnorka og vind/vatn-pumpuskipanir vera við til at spara nógva olju. 
Uppseting av fleiri vindmyllum setir nógv nýggj krøv til elskipanina, og enn er óvist, hvussu nógv av samlaða framleiðslumáttinum kann koma frá vindmyllum. 
Tá ið stórur partur av framleiðslumáttinum kemur frá vindmyllum, fer til tíðir at vera yvirframleiðsla av vindorku, sum ikki kann nýtast, sokallað vindspill. Hetta merkir, at tað vera tíðarbil, har vindmyllurnar ikki kunnu koyra við fullum mátti, til dømis um náttina, tá ið nýtslan er lág.

Arbeiðsbólkurin umrøður eisini undirsjóvarkaðal millum Føroyar og umheimin - t.d. Ísland og Hetland. Ein slíkur kaðal fer at minka um tørvin á olju, men hann kann ikki geva neyðugar veitingar, sum elskipanin hevur tørv á. Tí má framvegis vera fult backup, tí eitt kaðalbrot merkir, at sambandið kann vera burtur í fleiri mánaðir. 
Onnur lond gera stórar íløgur í umleggingar til varandi orku.

Arbeiðsbólkurin sigur, at føroyska politiska skipanin noyðist at viðurkenna, at skal umleggingin til varandi orku gerast veruleiki, krevur hetta stórar íløgur í framleiðsluna - og átøk, sum kunnu flyta nýtsluna frá fossilum brennievnum til varandi orkukeldur, stendur millum annað í tilmælinum um framtíðar el-orkuskipanina í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028