Politiið enn áhugað at hoyra frá vitnum

Politiið enn áhugað at hoyra frá vitnum
Politiið er enn áhugað at hoyra frá vitnum, sum møguliga vita okkurt, ella hava sæð okkurt, til innbrot í Bónus
Politiið biður um hjálp
 
10.02.2015 - 14:18

í tíðarbilinum frá leygarkvøldinum, umleið kl. 23:30 til mánamorgunin kl. 08:00 varð innbrot framt í Bónus við Norðskála. Brotsmenninir fóru inn gjøgnum bakdyrnar sunnanfyri bygningin.

Tað eydnaðist tjóvunum at taka nógvan pening og heilt nógvar sigarettir.

 

Politiið hevur onga beinleiðis ábending um, hvør hevur framt innbrotið, men løgreglan hevur fleiri slóðir at elta.

Hevur tú hoyrt ella sæð okkurt har á leið, ella veit okkurt hesum viðvíkjandi, vinarliga boðað politinum frá á telefon 351448.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846