300 flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum

300 flóttafólk druknað í Miðjarðarhavinum
Bátarnir, tey vóru í, sukku undan teimum, sigur flóttafólkastovnurin hjá ST
300 flóttafólk druknaði
Mynd: skynews  
 
11.02.2015 - 15:32

Talskvinnan hjá ST flóttafólkastovninum í Italia, Charlotta Samim sigur um støðuna, at hon er ræðulig, og at talan er um eina stóra vanlukku.

Tað er ikki longri síðani enn mánadagin, at 29 fólk druknaðu, tá ein gummibátur hálvdist í síðari aldu. 

Sagt verður, at bátarnir fóru úr Libya leygardagin. Teir vóru fýra í tali, hundrað fólk vóru í hvørjum, og flóttafólk, sum eru komin í land, siga, at tann eini báturin hvarv.

Charlotta Sami, talskvinna, sigur, at flóttafólkastovnurin hjá ST hevur ávarað ES um, at tilbúgvingin í Miðjarðarhavinum er ov lítil í mun til talið á flóttafólki.

Í november í fjør gavst Italia við bjargingarátakinum "Mare Nostrum", sum byrjaði í oktober mánað árið fyri og varð sett í verk, tá 366 fólk druknaðu uttanfyri italsku oynna Lampedusa.

ST flóttafólka-stovnurin ávaraði Italia og segði, at gavst Italia við bjargingartiltakinum fór tað uttan iva at hava við sær, at fleiri flóttafólk fóru at drukna.

Flóttafólkastovnurin sigur, at í fjør doyðu 3.500 fólk í royndini at koma tvørtur um Miðjarðarhavið til Evropa, meðan meira enn 200.000 fólk vóru bjargað.

Tá Frans pávi í november mánað helt røðu í ES parlamentinum, heitti hann á Evropasamveldið um, at londini í felag at taka neyðugu stigini, tí sum hann segði: - Vit kunnu lata Miðjarðarhavið gerast ein stóran kirkjugarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558