Bíðar eftir lógarheimild til bilplássið

Bíðar eftir lógarheimild til bilplássið
Vága Floghavn fær ikki tikið myndir av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið, fyrr enn løgtingið hevur samtykt lógina, ið gevur heimildina
So leingi løgtingið ikki hevur samtykt lógina, ið gevur Vága floghavn heimildina, sleppur floghavnin ikki at taka myndir av bilum, ið brúka bilplássið, fyri síðani at senda rokningar til eigararnar
 
12.02.2015 - 16:30

Vága Floghavn fær ikki tikið myndir av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið við flogvøllin, fyrr enn løgtingið hevur samtykt lógina, sum gevur heimildina. Vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskotið, sum tó ikki enn er komið í tingið.

Lógin verður sera stutt, hon fer bara at siga, at P/F Vága Floghavn hevur rætt uttan viðurlag at fáa upplýsingar frá Akstovuni um brúkarar og ánarar av akførum við tí endamáli, at krevja inngjald fyri nýtslu av parkeringarøkinum hjá P/F Vága Floghavn.

Uppskotið er til hoyringar í løtuni. Dátueftirlitið gjørdi vart við, at Vága Floghavn ikki uttan nakra lógarheimild kann skráseta bilar, sum brúka bilplássið við flogvøllin.

Dátueftirlitið: Floghavnin skal hava lógarheimild

Dátueftirlitið sigur, at sambært persónsupplýsingarlógini skal P/F Vága Floghavn hava lógarheimild fyri at seta nýggju parkeringarskipanina í gildi, tí upplýsingar í henni verða samankoyrdar við upplýsingar hjá Akstovuni.

Er eingin lógarheimild, skal hvør einstakur bileigari geva loyvi til at brúka mynd av nummarplátuni, tá pengar skulu krevjast fyri at hava bilin standandi við flogvøllin. Vága Floghavn hevur gjørt eina skipan sum ta undirsjóvartunlarnir hava.

Myndir verða tiknar av nummarplátuni á bilum, sum brúka bilplássið. Vága Floghavn fær síðani at vita frá Akstovuni, hvør eigur bilin, og so verður rokning send. Men skipanin er ikki brúkt enn, tí lógarheimildin er ikki komin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. februar
TEMAPLÁTAN: 'Blackout', Scorpions, 1982
204218
Leygardag 14. februar
Jambalaja - 140226
204234
Leygardag 14. februar
Upp á tá - 130226
204232
Leygardag 14. februar
Vikugesturin: Tann kensluborni trubadururin
204228
Leygardag 14. februar
Vikan 14. februar 2026
204225
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114