- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú verður fyrsta grindaskeiðið
Nú verður fyrsta grindaskeiðið
Frá fyrsta mai kemur nýgg kunngerð í gildi, sum krevur, at fólk skulu hava luttikið á skeiði, um tey skulu kunna avlíva grindahval.

14.02.2015 - 09:16
Fyrsta grindaskeiðið verður í Havn mánadagin, og komandi vikurnar verður skipað fyri skeiði kring landið. Á grindaskeiðinum fáa luttakararnir kunning og upplæring um grindareiðskap, drápsháttin, deyðseyðkenni og lóggávuna um hvalaveiðu. Skeiðið skal innihalda eina ástøðiliga frálæru á minst 2 tímar. Fólk fáa prógv, tá tey hava verið á skeiðnum. Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV



























