Video: Yvirgangur partur av gerandisdegnum

Video: Yvirgangur partur av gerandisdegnum
- Tað er harmiligt, at vit skulu venja okkum við, at yvirgangur er vorðin partur av okkara gerandisdegi, sigur dani, Kringvarpið hevur tosað við
- Hetta hevur verið ein undarlig uppliving, tí hóast eg búgvi mitt í øllum rokanum, so visti eg av ongum fyrr enn í dag, sigur Jan Overgaard, ið býr á Østerbro
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
15.02.2015 - 23:16

Jan Overgaard, sum býr á Østerbro í Keypmannahavn, harmast um, at danir við skottilburðunum í gjár og í nátt, nú hava fingið yvirgang heilt inn at gerandisdegnum.

- Hetta hevur verið ein undarlig uppliving, tí hóast eg búgvi mitt í øllum rokanum, so visti eg av ongum fyrr enn í dag. Eg havi gingið framvið bæði Krudttønden og súkklað framvið Krystalgade beint áðrenn báðar hendingarnar, sigur hann.
- Tíverri mugu vit helst venja okkum við, at hetta kann henda, nær sum helst og hvar sum helst, sigur Jan Overgaard.

Sí videosamrøðu við Jan Overgaard niðanfyri, sum Eyðun Müller Thomsen og Rólant Waag Dam hava gjørt.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525