- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesandi áhuga fyri útbúgving í búskaparfrøði
16 næmingar, sum í løtuni ganga seinasta árið í miðnámsskúla og ætla sær at lesa búskaparfrøði, høvdu lisið í Føroyum, um til bar at taka útbúgvingina her.
Harafturat eru tíggju, sum helst høvdu tikið útbúgvingina í Føroyum. 62 av teimum 495 spurdu miðnámsskúlanæmingunum søgdu seg ætla at lesa búskaparfrøði.
Tey flestu vilja búgva í Føroyum
Samanumtikið siga 115 seg ætla at lesa í Føroyum, og so eru 90, sum ivast, men helst høvdu valt Føroyar, um útbúgvingin, tey hava valt, kann fáast í Føroyum.
159 eru avgjørd í at fara av landinum at lesa, sama um útbúgvingin er í Føroyum. Nógv tey flestu hugsa um Danmark. Men tey flestu, yvir 80 prosent, siga tó, at tey vilja búgva í Føroyum eftir lokna útbúgving.
Føroya handilsskúli hevur nú kunngjørt alla kanningina, sum varð gjørd í miðnámsskúlunum í fjør heyst. Millum nógvu úrslitini í kanningini sæst, at nógv fleiri kvinnur enn menn eru í miðnámsskúlunum, meira enn dupult so nógvar. Kvinnurnar eru góð 68 prosent.