400 milliónir í avlopi

400 milliónir í avlopi
Føroyski handilsjavnin hevði 400 milliónir krónur í avlopi í fjør, upplýsir Hagstovan
 
20.02.2015 - 09:05

Útflutningurin var 6,3 milliardir krónur og innflutningurin 5,9 milliardir krónur. 
Í 2013 var hall á handilsjavnanum. Tað var 186 milliónir krónur. Orsøkin til avlopið í fjør er størri útflutningur og minni innflutningur.

Laksaútflutningurin hækkaði við hálvari milliard

Í fjør varð laksur útfluttur fyri tríggjar milliardir krónur, sum var hálv milliard meira enn í 2013.
Samanumtikið var útflutningurin 174 milliónir krónur størri í fjør enn í 2013, og innflutningurin minkaði 415 milliónir krónur.

Færri skip vórðu keypt til Føroya í fjør, og tí minkaði innflutningurin so nógv.       

Hall í nógv ár

Seinastu tíggju árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og so í fjør.
Í 2007 var størsta handilsjavnahallið í søguni. Næstan hálv onnur milliard krónur, tí tað árið var útflutningurin so lítil.

Í 2012 var hallið eisini oman fyri eina milliard. Tá vóru innflutt skip og flogfør orsøkin til stóra hallið, sigur Hagstovan.

Fimm ferðir avlop í hesari øldini

Í hesari øldini hevur handilsjavnahall verið flestu árini, bara fimm ár hevur verið avlop.
Handilsjavnin er bara ein partur av viðskiftum okkara við umheimin, men nógv tann størsti einstaki parturin, sigur Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762