Vánalig hoyrn og sjón kann elva til skaðatilburð

Vánalig hoyrn og sjón kann elva til skaðatilburð
Allir sansir vikna við árunum, men serliga hoyrn og sjón eru umráðandi sansir, vísir úrslitið í eini ph.d-ritgerð
 
25.02.2015 - 09:17

Vandi fyri skaðatilburðum er munandi størri hjá eldri fólki, sum hava vánaliga hoyrn og vánaliga sjón. 

Tað vísir úrslit av ph.d ritgerð, sum Gro Gade Haanes, adjunktur á sjúkrarøktarfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, hevur gjørt, og sum Fróðskaparsetrið endurgevur á heimasíðuni. 

Allir sansir vikna við árunum, men serliga hoyrn og sjón eru umráðandi sansir, vísir úrslitið. 

Angist og hugtungur

Tá ið sjónin og hoyrnin eru ávirkað, eru avleiðingarnar ofta, at ein verður avbyrgdur, kennir angist og verður hugtungur, staðfestir ritgerðin. 

Størri vandi er eisini fyri, at eldri fólk eru fyri óhappi og fáa skaða, tí tey kunnu koma illa fyri í gerandisdegnum, tá sjónin ella hoyrnin eru vánalig. 

Sambært ritgerðini eru ljósviðurskifti avgerandi fyri tey eldru, sum hava vánaliga sjón. Tí ræður um at laga hesi viðurskifti til tørvin hjá tí sjónveika. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129