Størri ávirkan á egin bústaðarviðurskifti

Størri ávirkan á egin bústaðarviðurskifti
Fólk, sum búgva í vardum bústaði, eiga at fáa størri ávirkan á síni egnu bústaðarviðurskifti. Mál- og avrikssátmáli fyri 2015 er undirskrivaður
Almannaverkið og Almannamálaráðið hava skrivað undir mál- og avrikssáttmála fyri 2015. Fólk, sum búgva í vardum bústaði, eiga at fáa størri ávirkan á síni egnu bústaðarviðurskifti
 
27.02.2015 - 08:10

Átta av tíggju bústaðareindum skulu í ár manna borgara- og avvarðandiráð við tí endamáli, at tey, sum búgva í vardum bústaði, fáa størri ávirkan.

Almannaverkið og Almannamálaráðið hava skrivað undir mál- og avrikssáttmála fyri 2015. Sambært sáttmálanum hava fýra bústaðareindir longu skipað ráð, tvær aðrar hava roynt, men undirtøkan var ov lítil. Tær skulu royna aftur í vár.

140 fólk búgva í vardum bústaði í Føroyum. Almannaverkið skal eisini umsita fíggjarligar veitingar skynsamliga í ár.

Viðgerast elektroniskt

Allar viðgerðir og veitingar skulu avgreiðast elektroniskt gjøgnum Heildarskipanina, sum annars skuldi vera tøk fyri fimm árum síðani. Harafturat skal nýggj miðstøð fyri hjálpitól og endurvenjing takast í brúk í ár.

Viðskiftafólk hjá Almannaverkinum skulu hjálpast til størri sjálvbjargni. Nú arbeiða 750 fólk í Almannaverkinum. Tey vóru dupult so nógv í fjør, men talið minkaði, tá kommunurnar fingu eldraøkið á nýggjárinum.

Í ár umsitur Almannaverkið eina milliard og 358 milliónir krónur í fíggjarlógini. Raksturin kostar 311 mió. kr. Hvønn mánað verða goldnar 15.000 veitingar, sum kosta millum 80 og 90 mió. kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815