Pál Joensen gull í Fraklandi

Pál Joensen gull í Fraklandi
Pál Joensen vann í dag gull í 400 metur frí í altjóða svimjikapping í Marseille
Pál Joensen hevur vunnið eitt altjóða gull-heiðursmerki afturat
 
07.03.2015 - 23:14

Pál Joensen vann í dag gull í kappingini Meeting Open Méditerranée í Marseille. 

Pál vann A-finaluni í 400 m. frísvimjing. Tíðin var 3:50.22. 

Nummar tvey varð Yannick Agnel úr Fraklandi við tíðini 3:51.06, og nummar trý varð týski Jacob Heldtmann við tíðini 3:52.04.

Svimjing.com skrivar, at tað var ein spennandi finala.

Svimjing.com skrivar, at taktikkurin hjá Páli var at koyra so hart á sum hann kundi allan vegin, so at Agnel ikki átti nakað til endaspurtin.

At vinna á Yannick Agnel er flott, tí hann er ikki hvør sum helst í altjóða svimjing.

Agnel hevur vunnið fleiri OL-heiðursmerki, og hann eigur heimsmetið á 400 m. teininum (stuttgeil).

Tíðin hjá Páli var hansara fimtbesta nakrantíð, og tann besta í hesi grein síðani OL í London 2012.

Føroyska metið hjá Páli er 3:46.84 frá OL úttøkustevnuni á Danish Open í mars 2012.

Pál skal í morgin royna seg í 1500 metra frísvimjing, og har verður mett, at hann eisini hevur góðan møguleika at vinna gull. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. desember
Bolero
201810
Sunnudag 21. desember
Akademia:"Mest njóting og minst líðing".
201751
Leygardag 20. desember
Jambalaja - 201225
201796
Leygardag 20. desember
Upp á tá - 191225
201791
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723