- Tíðindi, mentan og ítróttur
Röddin hesa vikuna
Mest lisna greinin á Röddini hesa vikuna, var mánaðarligi tátturin "Listafólkið". Hesa ferð vísti Bjørg Einarsdóttir Olsen okkum sínar myndir. Les greinina her.
Ein nýggjur táttur var eisini á Röddini mikudagin. "Vís mær títt lestrarlív" er ein táttur, har lesandi vísa myndir frá lestrarlívinum, hvar tey búgva og skúlan. Les um Súsonnu Jógvansdóttir Christiansen, sum lesur í Tel Aviv í Ísrael, her.
Vit hava sett útbúgving og lestrarlív í brennidepilin hesa vikuna, tí nú fara tey ungu at søkja á skúlar. Tátturin "Hvat, hvar og hví?" hevur aftur verið at lesa, og hesa ferð kundi tú lesa um Mariu Summers við Skipá. Les greinina her.
Les samrøðu við Anniku Malunardóttir, sum bert sum 15 ára gomul hevur givið sítt fyrsta staklag út, her.
Í greinini "Tú hevur 8,8 sekund", kanst tú lesa um, hvussu tú skrivar eina umsókn, sum fangar arbeiðsgevaran. Nýggj kanning vísir nemliga, at tú bert hevur 8,8 sekund at fáa uppmerksemi frá einum arbeiðsgevara.
Í dag kanst tú lesa á Röddini, hvat hendir við tínari vangamynd, tá tú doyr. Les greinina her.
RöddinLive
Hesa ferð snúði sendingin seg um Setrið. Oda Kjartansdóttir Strøm, Marin Hermansdóttir Eidesgaard og Kristian Sakarisson greiða frá, hvussu tað er at lesa á Setrinum. Hoyr sendingina her.
Myndarøð
Tvær myndarøðir hava verið á Röddini hesa vikuna. Vit vóru á Konsert hjá Guðrið Hansdóttir og Svavar Knutur. Síggj myndarøðina her.
Röddin var eisini ein túr í Gøtu á útgávukonsert hjá Eivør og tók myndir. Síggj allar myndirnar her.
Gott vikuskifti og góðan lesihug!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |