Um 3 ár drekka vit øl av pappíri, siga granskarar

Um 3 ár drekka vit øl av pappíri, siga granskarar
Danskir granskarar og bryggjarar hava gjørt ølfløskur av pappíri, men spurningurin er, um framleiðslutíðin er ov long
Fyribils síggja nýggju pappírsølfløskurnar soleiðis út. Størsta avbjóðingin er hópframleiðslan
 
17.03.2015 - 11:28

Tað hevði verið gott fyri umhvørvið, um øl kundi verði selt í pappírsfløskum, sum náttúran kann niðurbróta.

Á Danmarks Tekniske Institut, DTU, samstarva granskarar, sum granska íløt, við Carlsberg-bryggjaríið, sum er eitt av heimsins størstu bryggjaríum, og við Ecoxpac.

Nýggjar bio-niðurbrótandi pappírsfløskur skulu í størri mun brúkast. 

Avbjóðin við appilsindjúsi

Tað var stór avbjóðing í síni tíð, tá appilisindjús skuldi seljast í pappkartongum. Tað megnaðu granskarar at loysa.

Men skal ein pappírsfløska brúkast til øl, skal hon í hvussu er halda kolsýruni í fløskuni.

Fløskurnar skulu eisini tola at verða stáplaðar, tær skulu tola flutning og aðra viðferð uttan at oyðileggjast. 

Framleiðslutíðin er størsta avbjóðingin

Sambært DTU-granskarum er størsta avbjóðingin ikki longur at gera sjálva fløskuna, men at gera hana nóg skjótt.

Hon skal kunna framleiðast í stórum nøgdum uppá stutta tíð. Júst tað er kravið frá ølbryggjaríum, um tey skulu brúka nýuppfinningina.

Kritiska tíðin er seks sekund. So skjótt skal tað taka at gera eina fløskum, um bryggjaríini vilja brúka hana.

Samstundis er eisini krav, at pappírsølfløskur eru meiri umhvørvisvinarligari at brúka til øl, enn glas, metall ella plastik. Men tað er ikki greitt enn.

Drekka øl av pappíri um 3 ár

Prototypan av nýggju ølfløskunum verður gjørd av endurnýttum avíspappíri.

Higartil tekur tað longri enn 6 sekund at gera eina slíka fløsku.

Tí royna granskarar seg nú við vakuum, fyri at fáa trýst vatnið úr pappírinum eftir fáum sekundum. Tað kann stytta um framleiðslutíðina.

Drekka øl av pappíri um 3 ár

Trý ár og 28 miljónir danskar krónur hava granskararnir fingi til at gera okkurt heilt nýtt.

Thomas Howard, granskari við DTU, sigur við forskning.no, at hann er sannførdur um, at hann um trý ár drekkur øl av pappírsfløsku.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974