- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størsta skattamálið í Føroyum í Hægstarætti

Taks tapti í Føroya rætti og í Landsrættinum, men fekk loyvi at royna í Hægstarætti. Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P/f 30. september 2005.
Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt, 53,4 milliónir kr., av søluni, og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini.
Men tey 11 í P/f Vinnuni góðtóku ikki hesa avgerðina. Tey avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir kr., men tað varð gjørt undir mótmæli.
Partaeigarar fingu viðhald í Eystara landsrætti
Taks varð síðani stevnt. 14. juni í 2011 fall dómur í Føroya rætti, sum gav partaeigarunum viðhald. Taks fór í Eystara landsrætt við málinum, men 7. november í 2012 fingu tey 11 vinnufólkini eisini viðhald har.
Taks søkti so um loyvi at fara í Hægstarætt og fekk loyvið. Eftir dómin í Landsrættinum fingu partaeigararnir pengarnar aftur frá Taks. Við rentum og sakarkostnaði eru tær 53,4 milliónirnar frá 2005 nú komnar upp í 75 milliónir krónur.
Steffen Sværke, advokatur hjá Kamaradvokatinum, umboðar Taks í Hægstarætti í dag. Hann plagar at hava sakarmálini hjá danska skattavaldinum. Christian Andreasen er advokatur hjá teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni.




























