Kærunevndin broytti avgerð hjá Studna

Kærunevndin broytti avgerð hjá Studna
Kærunevndin hjá Studna hevur broytt eina avgerð hjá Studna um ferðastuðul hjá einum lesandi. Umsóknin kom ov seint, segði Studni
Kærunevndin hjá Studna hevur broytt eina avgerð hjá Studna um ferðastuðul hjá einum lesandi
 
24.03.2015 - 14:41

Tá ein kunngerð kann tulkast báðar vegir, eigur hon at verða tulkað til fyrimuns fyri borgaran og ikki til frama fyri myndugleikan. Tað sigur Kærunevndin hjá Studna, sum broytti eina avgerð hjá Studna um ferðastuðul.

Studni noktaði at lata einum lesandi ferðastuðul í fjør, tí útbúgvingin byrjaði um heystið. Tí átti umsóknin um stuðul at vera komin um várið í 2014 og ikki í august. Umsóknin kom ov seint, segði Studni, sum noktaði at lata stuðul.

Kærunevndin: Søkt eigur at verða um heystið

Umsøkjarin byrjaði at lesa í Danmark á heysti í 2010 og átti tí at søkja um ferðastuðul um várið. Men í januar 2012 fór hann undir aðra útbúgving. Kærunevndin sigur, at nú eigur at verða søkt um heystið, tí útbúgvingin byrjaði um várið í 2012.

Spurningurin er, sigur Kærunevndin, um lestrarhálvurnar skulu roknast í mun til ítøkiliga lesturin ella í mun til lesturin hjá umsøkjaranum sum heild. Kærunevndin heldur, at báðar tulkingarnar rúmast í orðingina í kunngerðini.

Tá reglurnar ikki eru heilt greiðar, má tulkast til fyrimuns fyri borgaran. Kærunevndin broytti tí avgerðina hjá Studna. Umsøkjarin átti at fáa ferðastuðulin í 2014, sigur Kærunevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815