Faroe Petroleum 560 milliónir í halli

Faroe Petroleum 560 milliónir í halli
Felagið eigur slaka milliard í tøkum peningi, og leiðslan er nøgd, hóást stóra hallið í fjør
 
25.03.2015 - 07:54

Faroe Petroleum hevði 560 mió. kr. í halli eftir skatt í fjør. Í 2013 hevði felagið 144 mió. kr. í vinningi. 

Felagið niðurskrivaði framleiðsluognir fyri 392 mió. kr. og avskrivaði leitiloyvi fyri eina milliard og 340 mió. kr. í fjør.

Faroe Petroleum seldi olju og gass fyri eina milliard og 320 milliónir krónur í fjør.

Kortini nøgd

Hóast hallið var meira enn hálv milliard í fjør, eru tey í Faroe Petroleum nøgd. Felagið hevði góðar 940 mió. kr. í tøkum peningi við árslok. 

Felagið mentist í 2014. Millum annað roynist Pil brunnurin í Norðurhavi nógv betur enn mett var. Har eigur Faroe Petroleum fjórðingin.  

Faroe Petroleum fekk fimm nýggj loyvi í norska útbjóðingarumfarinum í fjør, og trý teirra eru í Pil økinum. 

Felagið gjørdi íløgur fyri eina milliard og 380 milliónir krónur í fjør. Og kapitalurin hjá felagnum varð hækkaður 662 milliónir í fjør summar.   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302