- Tíðindi, mentan og ítróttur
Yvirlit: Her eru føroysku aprílsøgurnar

Hevði tú eina kenslu av, at nøkur tíðindi í føroysku netmiðlunum í gjár, mikudagin, vóru ov góð til at vera sonn, hevði tú helst eisini rætt í tí, tá kalendarin vísti 1. apríl.
gfestival.fo avdúkaði, at boripallurin West Hercules, ið var á Skálafjørðinum í fjør, kemur aftur til Føroyar og verður tann stóri pallurin á G! festivalinum í summar.
vp.fo visti at siga, at fráfaringaravtala var gjørd við Jørgen Holme, stjóra í Atlantic Airways, og at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, skuldi taka við stjórastarvinum.
vp.fo skrivaði eisini, at borgarstjórarnir í Tórshavn og Klaksvík skuldu býta um skrivstovu í samband við sending hjá Kringvarpinum.
vp.fo visti eisini, at danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt, hevði skrivað út fólkatingsval í úrtíð, og skuldi valið verða Grundlógardagin, 5. juni.
vp.fo fortaldi eisini, at Paul Watson hevði hildið tíðindafund, har hann avdúkaði eina nýggja filmsætlan, ið samanber grindadráp við Vietnam kríggið.
nordlysid.fo kundi fortelja, at Sámal Erik Hentze, ið áður hevur vant høvuðsstaðarliðini hjá monnum, skuldi taka við sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá KÍ.
torsportal.fo skrivaði, at miðilin skuldi leggjast saman við vp.fo. Málið var millum annað at reka tíðindaflutning við innbygdum politiskum meiningum, varð boðað frá.
in.fo bar tíðindini um, at tey bæði fótbóltsfeløgini í Suðuroy, TB og FC Suðuroy, skulu leggjast saman. Stór mótmælisgonga var væntandi til tíðindafundin.
portal.fo skrivaði, at tað nú fór at bera til at spæla Pac Man í havnargøtum og í gøtunum í Klaksvík. Spælið er tó ikki liðugt ment enn.
kvf.fo skrivaði, at nógv umrødda góðshavnin í Havn skuldi gerast í Vágsbotni, nú kjak hevur tikið seg upp um, hvar best er at gera nýggju hóðshavnina.




























