Tríggjar bøkur mær dámar: Katrin Sølvará

Tríggjar bøkur mær dámar: Katrin Sølvará
Les um Cinder, Lola and the Boy Next Door og Percy Jackson and the Lightning Thief
02.04.2015 - 14:00

Hesa ferð hava vit fingið Katrina Sølvará at vísa okkum bøkurnar, hon lesur. Les niðan fyri um tríggjar av teimum, og um hví henni dámar tær.

 

Cinder – Marissa Meyer


Cinder er fyrsta bókin í røðini The Lunar Chronicles, ið eru science-fiction endurgevingar av klassiskum ævintýrum, vit øll duga uttanat. Cinder er søgan um Øskufíu, og hinar tríggjar bøkurnar í røðini, Scarlet, Cress og Winter, eru um ávikavist Reyðhettu, Rapunsel og Snjóhvítu.


Av tí at hetta er ein science-fiction røð, so fara hendingarnar sjálvsagt fram eftir okkara tíð. Heimurin er plágaður av eini sótt, Letumosis, ið drepur stóran part av íbúgvunum. Harafturat leggur Levana, drotningin hjá the Lunars, fólkunum, ið búgva á mánanum, ætlanir um at hertaka jørðina.


Fyrsta bókin er um gentuna Cinder, ið býr í New Beijing. Hon er evnaríkur mekanikari og cyborgur. Fosturmamma hennara orkar ikki fyri henni og gevur henni skyldina, tá dóttur hennara verður smittað av sóttini. Kai prinsur verður eisini drigin inn í lív hennara og er ein vandamikil freisting. Cinder má velja millum skyldu og frælsi, trúfesti og svik, nú hon má hyggja nærri at gátuføru fortíð síni.

 

Hví dámar mær bókina?

Tað, mær dámar so væl við hesi bókini – og røðini sum heild – er tað, at Meyer megnar at skapa sína egnu søgu, men samstundis halda fast í einum greiðum paralelli til upprunaliga ævintýrið. Bókin er eisini relativt stutt, tá atlit verður tikið til, hvussu væl útgreinaður heimurin er. Hon er spennandi allan vegin í gjøgnum, og tær 400 síðurnar kennast alt ov stuttar.


Eg siti spent og bíði eftir fjórðu og síðstu bókini, Winter, ið kemur út í novembur. 

 

 

Lola and the Boy Next Door - Stephanie Perkins


Lola and the Boy Next Door er onnur bókin í Anna and the French Kiss tríbókaverkinum hjá Stephanie Perkins. Hvør av teimum trimum bókunum hevur eitt nýtt frásøgufólk, men nakrir persónar venda aftur í hinum bókunum. Til dømis arbeiða Lola og Anna (úr fyrstu bókini) saman.


Orsøkin til, at eg skrivi um aðru bókina heldur enn tí fyrstu, er ikki tann, at mær dámar hana betri – tær eru eftir mínum tykki júst líka góðar. Men, eftir sum Anna vanliga fær alt rampuljósið, so haldi eg, at Lola skal sleppa at vera í fokus hesa ferð.


Lola and the Boy Next Door er um seytjan-ára-gomlu Lolu, ið hevur trý ynski: at fara til vetrarveitslu ílatin sum Marie Antoinette, at foreldur hennara góðtaka sjeik hennara, og at hon ongantíð skal síggja Bell tvíburðarnar aftur. Hetta gongur sjálvsagt ikki júst sum ætlað. Lív hennara er at síggja til perfekt, inntil Bell tvíburðarnir, Calliope og Cricket, flyta inn aftur í húsini við síðuna av. Lola er í villareiði, tí hon veit ikki, hvat hon skal gera við kenslurnar, hon altíð hevur havt fyri grannadreinginum.

 

Hví dámar mær hesa bók?

Eg lesi vanliga ikki bøkur, har ein romansa er høvuðsevnið. Mær dámar betur, at hon supplerar til eitt annars spennandi plott, men har er bara okkurt við mátanum, Perkins skrivar, sum ger, at romansan kann bera søguna. Har eru sjálvandi eisini onnur ting, ið supplera, á sama hátt sum romansur ofta supplera í øðrum genrum, men romansan er absolutt tað, ið fyllir mest í hesi søguni. 


Lola and the Boy Next Door er ein perfekt blanding av romantikki, komikki, og hjartaskerandi løtum. 

 

 

Percy Jackson and the Lightning Thief – Rick Riordan


Percy Jackson and the Lightning Thief er fyrsta bókin í Percy Jackson røðini, ið er um tólv ára gamla Percy, ið er ein hálvgudur. Hann er sonur ein av griksku gudunum og má tí fara á Camp Half Blood fyri at læra at verja seg móti mytologiskum monstrum.


Í hesi fyrstu bókini heldur Zeus, at Percy hevur stolið snarljós hansara. Tað er kanska ikki neyðugt at siga, at tað ikki er so smart at fáa ilt í ein gud.

 

Hví dámar mær bókina?

Hóast Percy Jackson bøkurnar eru skrivaðar til ein yngri lesaraskarða, enn tað, eg vanliga plagi at lesa, so er okkurt sjarmerandi og nostalgiskt við søgunum. Riordan hevur funnið eina góða javnvág millum tað gamla og tað nýggja, og hann hevur so at siga moderniserað griksku mytologiina.


Bøkurnar hava eina góða blanding av action (tí hvat annað kann man vænta sær, tá talan er um griskar gudar) og skemti (tí um tað er eitt, Percy dugir, so er tað at brúka seg). Harafturat má eg eisini nevna kapittul-nøvnini, tí aftur at tí, at ikki nógv verður sæð til kapittul-nøvn longur, so eru nøvnini ofta bæði komisk og forvitnislig. Fyri at nevna eitt dømi, so eitur fyrsti kapittul í bókini ”I accidentally vaporize my pre-algebra teacher.”

 

 

Hevur tú hug at vísa Röddini bøkurnar, sum tú lesur, so kanst tú venda teg til okkum á Facebook ella á roddin@roddin.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.