- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar bøkur mær dámar: Alda Mørkøre Nielsdóttir
The Book Thief
“The Book Thief” er skrivað av Markus Zusak og var givin út fyrstu ferð í 2006. Bókin fyrigongur í Týsklandi og byrjar beint áðrenn seinna heimsbardaga og fyrigongur seg, meðan kríggið er. Høvuðspersónurin í bókini er Liesel Meminger, ein lítil genta, sum er send út til eina fosturfamilju at búgva, tí mamma hennara er kommunistur. Um kvøldið lærir fosturpápin hana at lesa, og hon verður beinanvegin hugtikin av tí. Tó er tað ikki fyrr enn hon stjelur eina bók, sum nasistarnir annars høvdu ætlað at brent á báli, at hon veruliga sær virðið í teimum. Eftir hetta stjelur hon ikki bara fleiri bøkur, hon byrjar eisini at skriva tær.
Hví dámar mær hana:
Mær dámar hana fyrst og fremst, tí at forteljarin í bókini er deyðin sjálvur, og hansara lívsáskoðan og máti at fortelja upp á er sera áhugaverdur og tankavekjandi. Eisini dámar mær øgiliga væl Liesel og hinar persónarnar í bókini, sum mann ikki kann lata vera við at elska. Eisini er bókin skrivað so heilt einastandandi væl. Tað, sum eg haldi vera serstakt við hesari bókini, er, at bókin snýr seg um eina vanliga týska familju. Liesel og vinfólk hennara eru øll við í Hitlerjugend, og fosturpápi hennara fer sjálvur í herin hjá nasistunum. Tað er ikki ein vinkul, sum eg havi sæð ofta.
The Cuckoo’s Calling
Hendan bókin er fyrsta í einari røð av krimiskaldsøgum um detektivin Cormoran Strike. Hon er skrivað av J. K. Rowling undir navninum Robert Galbraith. Bókin varð givin út í 2013, og enn eru bert tvær bøkur komnar út í røðini (seinna bókin “The Silkworm” kom út í 2014). Lula Landry, ein kend model, verður funnin deyð, og øll halda tað vera sjálvmorð. Men beiggi hennara biður Strike taka málið uppaftur og finna rætta drápsmannin, tí hann er vísur í, at tað ikki var sjálvmorð.
Hví dámar mær hana:
Sum heild dámar mær alt hjá J. K. Rowling, og tað er tí, at hon skrivar upp á ein lættlesiligan og fangandi máta. Hon megnar at fáa meg sum lesara at gerast góð við allar persónarnar, líka mikið hvussu teir eru annars. Hon megnar at gera alt áhugavert, og tá bókin endar, situr mann eftir og vil vita meira um hasi fólkini. Men tað besta við sjálvari søguni er, at tað er nærum ógjørligt at gita seg til, hvør drápsmaðurin er. Tað er ikki at avdúka ov nógv, um eg sigi, at drápsmaðurin er ein, ið mann slett ikki roknar við.
Rødder
“Rødder: En sort families saga” er danska umsetingin av “Roots: The Saga of an American Family.” Bókin varð fyrstu ferð givin út í 1976 og er skrivað av Alex Haley. Søgan byrjar í Gambia í Afrika í 1750, tá ein lítil drongur, sum seinni fær navnið Kunta Kinte, verður føddur. Søgan fylgir honum gjøgnum barnaárini og ungdómsárini, inntil hann ein dagin verður tikin av hvítum monnum og koyrdur umborð á eitt skip til Amerika. Har verður hann seldur sum trælur. Síðani fylgja vit honum og seinni dóttur hansara og næstu ættarliðini fram til 1920ini, har tey siga teimum lítlu frá, hvussu Kunta Kinte kom til Amerika.
Hví dámar mær hana:
Hetta er møguliga besta bókin, eg nakrantíð havi lisið. Summi brot eru rættiliga sterk og hjartanemandi, og hetta er einasta bókin, ið hevur givið mær hugin til at blaka hana tvørtur um rúmið, tí eg havi verið so ill. Tí sjálvt um hetta kanska bara var fiktión, so minnir tað ein á, hvussu illa tey fóru við teimum myrku fyri sindur meira enn hundrað árum síðani. Tað, sum er ordiliga kul við hesari bókini, er, at tað seinasta ættarliðið í bókini er rithøvundurin sjálvur. Í síðstu síðunum av bókini forklárar hann um, hvussu hann á fyrsta sinni hoyrdi søguna um Kunta Kinte, sum hevur gingið frá ætt til ætt í familjuni hjá honum. Hann greiðir frá, hvussu hann byrjaði at granska í sínari ætt, og hvussu hann endaði í bygdini, har Kunta var uppvaksin, og har hann sjálvur var ættaður.
Hevur tú hug at vísa Röddini bøkurnar, sum tú lesur, so kanst tú venda tær til okkara á Facebook ella á roddin@roddin.fo
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |