Vágsverkið byggjast út

Vágsverkið byggjast út
Farið er nú undir at byggja Vágsverkið hjá SEV út. Millum annað skal ein motorur afturat setast til orkuverkið í Vági
Vágsverkið verður nú bygt út. Hinir tríggir motorarnir á verkinum eru gamlir, og tí verður ein nýggjur motorur settur upp
Mynd: sudurras.fo  
 
03.04.2015 - 13:46

Gongd er nú komin á at byggja út Vágsverkið hjá SEV í Vági, skrivar heimasíðan Suðuroyarportalurin á netinum. 

Nú, orkuverkið í Vági verður bygt út, skal ein nýggjur motorur setast til, so verkið í framtíðini hevur fýra motorar, ið veita streym til sunnastu oynna í landinum.

Hinir tríggir motorarnir á Vágsverkinum eru gamlir, og klára ikki at nøkta tørvin á el orku í Suðuroynni. Eftir ætlanini verður Vágsverkið liðugt bygt út í summar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV