Triðja góðkenning at brúka rognkelsi móti laksalús

Triðja góðkenning at brúka rognkelsi móti laksalús
Bakkafrost fingið loyvi at seta rognkelsi í ringarnar á Kaldbaksfirði
Royndir hava víst, at rognkelsi tekur laksalús.
 
05.04.2015 - 12:02

Umhvørvisstovan hevur latið triðju góðkenningina at brúka rognkelsi móti laksalús.

Bakkafrost Farming hevur fingið loyvi at seta rognkelsi í ringarnar á Kaldbaksfirði. Loyvið er galdandi til 1.mars næsta ár.

Til ber at kæra avgerðina um umhvørvisgóðkenning til landsstýrsmannin í umhvørvismálum, sum er Jacob Vestergaard.

Fyrr í ár hava Bakkafrost Farming og Marine Harvest fingið góðkenningar frá Umhvørvisstovuni at brúka rognkelsi sum reinsifisk, ávikavist við Kunoyarnes og har norðuri í Sundalagnum. 

Eta laksalús

Rognkelsi verða brúkt at taka laksalús. Royndir hava víst, at rognkelsi eta laksalús.

Í treytunum fyri at brúka rognkelsi leggur Umhvørvisstovan serligan dent á, at alifeløgini skráseta tal og felli, og tryggja, at rognkelsini ikki sleppa úr ringunum. 

Ein onnur treyt er, at rognkelsini verða tikin, tá laksurin verður tikin.

Higartil eru bara latin fyribils, tíðaravmarkað, loyvi at seta rognkelsi í aliringar. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. juni
RagnarRokk: Thomas Eriksen um Monolitt
209099
Fríggjadag 19. juni
Morgunlestur fríggjadagur 19.juni 2026
209566
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804