Nógv jørð afturat má veltast

Nógv jørð afturat má veltast
500 hektarar mugu veltast afturat, skal stuðulin til hoyggj í Føroyum gerast ein varandi hjálp hjá vinnuni, sambært nýggjari frágreiðing
Neyðugt er at brúka 50 milliónir aftrat at velta bø fyri, skal stuðulin til hoyggj gerast ein varandi hjálp
 
09.04.2015 - 08:15

500 hektarar ella 5 milliónir fermetrar skulu veltast aftrat í Føroyum, skal stuðulin til hoyggj, sum Búnaðarstovan letur mjólkabóndum, gerast ein varandi hjálp hjá vinnuni.

Tað stendur í frágreiðing, sum granskoðaravirkið Januar hevur gjørt. Januar hevur kannað roknskapirnar hjá 25 mjólkarbóndum.

Tilsamans eru 24 milliónir krónur játtaðar í eykastudningi til hoyggj frá 2012 til 2017. Stuðulin hevur gjørt, at úrslitið hjá mjólkabóndunum er batnað tvey tey seinastu árini.

50 milliónir afturat brúkast

Eingin treyt liggur við stuðlinum, og ov stórur partur verður nýttur at keypa hoyggj uttanlands, verður Búnaðarstovan endurgivin fyri at halda í frágreiðingini.

Tí er neyðugt brúka 50 milliónir aftrat at velta bø fyri, skal stuðulin til hoyggj gerast ein varandi hjálp. Verandi veltingarstuðul er 10 krónur fyri fermeturin.

Haraftrat eiga 10 kilometrar av uppdyrkingarvegi at verða gjørdir, tí roknað verður við 200 metrum av vegi fyri hvønn hektar, sigur Búnaðarstovan.

SÍ EISINI Gongur betur í mjólkarvinnuni

Nógvar mjólkakvotur eru seldar seinastu árini, og nú eru færri mjólkabøndur. Tað hevur við sær, at tann gamli bøurin, har mjólkakvotan var, nú liggur óvirkin, og keypararnir ikki hava velt nóg mikið, stendur í frágreiðingini.

Tí hevur verið neyðugt hjá nógvum mjólkabóndum at keypa hoyggj uttanlands, serliga úr Danmark og Íslandi, stendur í frágreiðingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237