Jørðin á Strondum verður nú umskipað

Jørðin á Strondum verður nú umskipað
Arbeiðið at skipa jarðarviðurskiftini á Strondum av nýggjum hevur tikið drúgva tíð. Mikukvøldið verður uppskot fyri nýggja jarðarskipan lagt fram
Uppskotið til nýggja jarðarskipan á Strondum hevur verið leingi á veg. Nú er uppskotið loksins klárt at leggja fyri bygdarfólkunum og eigarunum
 
13.04.2015 - 14:50

Uppskotið til nýggja jarðarskipan á Strondum hevur verið leingi á veg, og nú er loksins ein loysn í eygsjón fyri jarðarviðurskiftunum í bygdini, sigur Umhvørvisstovan.

Útskiftingarfundur, ið er eitt uppskot til at skipa jørðina av nýggjum, verður mikukvøldið 15. apríl, har ætlanin verður løgd fram fyri bygdarfólkunum og eigarunum.

Umhvørvisstovan sigur, stykkini verða fækkað heilt munandi, og eigarar, sum fyrr áttu nógv stykki ymsastaðni í bygdini, fáa eftir nýggja uppskotinum savnað jørðina í 1-3 stykki.

Eigararnir fáa síðani eitt stutt skotbrá at gera viðmerkingar til nýggju jarðarskipanina, soleiðis at endalig útskiftingarætlan fyri Strendur kann gerast liðug.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523