Ávara móti at taka so nógv frá vinnuni

Ávara móti at taka so nógv frá vinnuni
Samgongumenninir í Fíggjarnevndini ávara landsstýrið móti at taka so nógv frá vinnuni, at hon gerst verri fyri at kappast við vinnuna í øðrum londum
 
06.05.2015 - 09:41

Vit skulu tryggja kappingarføri, bæði í vælferðarskipanum, har vit kappast um fólk, og eisini mugu vit tryggja, at tey inntøkutiltøk, sum verða gjørd, ikki gera føroysku vinnuna minni kappingarføra í altjóða høpi, sigur meirilutin í Fíggjarnevndini um uppskotið til samtyktar hjá landsstýrinum um játtanarkarmar fyri 2016.

Meirilutin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Minnilutin trýr ikki uppskotinum

Minnilutin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, mælir frá at samtykkja uppskotið.

Teir báðir andstøðuflokkarnir hava nógvar viðmerkingar og leggja landsstýrið undir at fjala tøl og framskrivingar.

Tí ber ikki til at gera annað uppskot um fíggjarkarmar, siga fíggjarnevndarlimirnir hjá flokkunum báðum.    

Tey siga, at í minsta lagi 200 mió. kr. í ógreinaðum sparingum og nýggjum inntøkum eru í uppskotinum hjá landsstýrinum.

Og fíggjarlógin fer ikki at hava 56 milliónir í avlopi næsta ár, men 150 til 200 milliónir í halli, siga Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, sum vísa á nógv dømi um, at útreiðslurnar hjá landskassanum næsta ár verða størri enn landsstýrið sigur, og inntøkurnar verða minni.

Tað undrar andstøðuna í Fíggjarnevndini ikki sørt, at so stórur munur er á metingunum hjá Fíggjarmálaráðnum og Búskaparráðnum um vøksturin í 2016.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. februar
Hvíta gullið
188389
Hósdag 27. februar
DOKO1423 - teknmálstulkað
188375
Hósdag 27. februar
Morgunkórið
188372
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344