- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meiriluti mælir til at loyva almennum sóllampum
Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at strika orðini í lógaruppskotinum hjá landsstýrismaninum í heilsumálum, sum siga, at loyvt er ikki almennum stovnum at selja solariumsól til kosmetiskt endamál.
Og tað er ikki loyvt almennum stovnum at leiga høli til vinnurekandi, so tey kunnu reka sólsølustað í hølum hjá tí almenna.
Meirilutin í nevndini heldur, at í eitt nú svimjihallum er lættast at hava eftirlit við aldursmarkinum, tí lógin verður galdandi fyri fólk yngri enn 18 ár.
Hanus og Rigmor mæla frá at samtykkja
Annars tekur meirilutin í Trivnaðarnevndini, bæði fólk í samgonguni og andstøðuni, undir við uppskotinum hjá Karsteni Hansen.
Men Hanus Samró í Fólkaflokkinum og Rigmor Dam í Javnaðarflokkinum taka ikki undir við tí og mæla frá at samtykkja tað.
Tey eru ikki sannførd um, at hetta lógaruppskotið fer at fáa ung til at gevast við at taka sól, tí talan er bara um eina veika signallóg, sum tey siga.
Óhepna avleiðingin kann hinvegin gerast júst tann øvugta: at vit nú halda, at vit hava avgreitt solariumsmálið og trygt kunnu fara víðari til onnur tilmæli í Krabbameinsætlanini.
Hanus Samró og Rigmor Dam siga millum annað, at í hoyringunum í Trivnaðarnevndini kom fram, at tey, sum selja sólviðgerðir, fara ikki at gevast við at hava ómannaðar sólstøðir, og fara tí heldur ikki at hava eftirlit við, at aldursmarkið verður hildið.
Løgtingið fer í dag at hava aðru viðgerð av uppskotinum hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni.