Nýggjur Indiana Jones filmur á veg

Nýggjur Indiana Jones filmur á veg
Til nógva gleði ella sorg hjá fjepparum hava Lucasfilm stutt síðani játtað, at tey hava ætlanir um at gera ein nýggjan Indiana Jones film
14.05.2015 - 18:30

Tá Indiana Jones and the Kingdom of the Crystal Skull hevði frumframsýning í 2008, næstan tvey áratíggju aftan á at seinasti filmurin í røðini var útgivin, vóru fjepparir sera spentir at síggja Harrison Ford aftur á løriftinum í kenda leiklutinum sum action-fornfrøðingurin við filthattinum og pískinum.

 

Hóast filmurin fekk hampiliga móttøku millum ummælarar, so fekk filmurin sera ringa umtalu millum fjepparar, ið vóru komnir vónbrotnir út úr biografinum, tí teir hildu, at hann skilti seg ov nógv burtur frá hinum filmunum í røðini, m.a tí at hann snúði seg um rúmdarverur.

 

Forkvinnan fyri Lucasfilm, Kathleen Kennedy, kunngjørdi stutt síðani, at filmsfelagið hevur ætlanir um at gera ein nýggjan Indiana Jones film, men legði aftrat, at filmshandritið enn ikki er skrivað, og at tey tí enn ikki vita, nær filmurin kemur út, ella hvat hann fer at snúgva seg um.

 

Tíðindini hava fingið summar fjepparar at stúra fyri, at fimti filmurin í røðini fer at flyta seg enn longur burtur frá upprunaligu trilogiini, enn fjórði filmurin gjørdi í 2008.

 

Tó hava tíðindini eisini frøtt aðrar fjepparar, ið vóna, at ein nýggjur Indiana Jones filmur kann bjarga filmsrøðini við at venda aftur til tað, sum fólk dámdu við fyrstu filmunum.

 

Niðan fyri sært tú ein av ikonisku og skemtingarsomu bardøgunum í filmsrøðini:

 

Kelda: Geek.com 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.