- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vís mær títt lestrarlív – Barbara Dahl Poulsen, Danmark
Röddin setur fokus á lestrarlívið. Fylgið við á heimasíðuni komandi tíðina, har vit fara í dýpdina við ymiskum lestrarbýum og útbúgvingum.
Hesin tátturin snýr seg um at seta myndir á ymsu lestrarbýirnar, so tað verður lættari fyri teg at ímynda tær lestrarlívið.
Barbara Dahl Poulsen – Keypmannahavn, Danmark
Persónurin, sum hesa ferð vísir okkum sítt lestrarlív, er 23 ára gamla Barbara Dahl Poulsen, sum lesur í Keypmannahavn.
Barbara lesur til miðlagrafikara á Københavns Tekniske Skole.
Les meira um Københavns Tekniske Skole her.
3 ráð frá Barbaru
1. Set teg gott inn í, hvat yrkið sum miðlagrafikari veruliga inniber. Miðlagrafikaútbúgvingin fevnir um eitt so breitt øki innan ta grafisku lærugreinina í dag. Tað er sum oftast altíð onkur arbeiðsuppgáva, ein ikki tímir eins væl sum aðrar.
2. Um tú ikki hevur lærupláss í einum grafiskum virki, kanst tú kortini søkja inn á skúlan gjøgnum eitt, sum kallast “kvoteansøgning”. Tá er gott, at til dømis:
- Hava gjørt eina roynd sjálvur at søkja lærupláss frammanundan.
- Hava innlit í kreativu forritini hjá Adope, eitt nú Photoshop, Illustrator o.s.fr.
- Hava eitt gott portfolio við til dømis vanligum ella elektroniskum tekningum, myndum, ið tú hevur tikið, og øðrum grafiskum arbeiði.
3. Sleppur tú til upptøkuroynd, fyrireika teg væl, tí tú hevur bert ein hálvan tíma at prógva, at tú ert ein av teimum 20 út av umleið 500, sum eru skikkað til útbúgvingina.
Röddin hevur biðið Barbaru um at taka myndir av sínum skúla, undirvísingarhøli, kantinu og bústaði.
Skúlin
Uttan fyri á gongini hongur ymiskt grafiskt arbeiði, sum næmingarnir hava gjørt
Undirvísingarhøli
Kantinan
Heima
Röddin ynskir Barbaru góða eydnu við útbúgvingini
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |