Ritan aftur í sigling fríggjamorgunin

Ritan aftur í sigling fríggjamorgunin
Øll sigling skuldi verið fingin í rættlag fyri hvítusunnu, sigur Strandferðslan
 
20.05.2015 - 14:28

Strandfaraskipið Ritan fer aftur í sigling til Svínoyar og Fugloyar fríggjamorgunin.

Seinastu vikurnar hevur Ritan verið á sleipistøð í Havn, og ætlanin var at hon skuldi fara í sigling aftur hálvan mai. Men tað hevur drigið út við arbeiðinum,  og tí er skipið seinkað.

Ritan er flotað aftur, og tað, sum er gjørt, verður roynt, áðrenn hon fer aftur í sigling í Norðoyggjum.

Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at fitt av farmi liggur í Norðdepli, sum skal flytast til Svínoyar og Fugloyar, m.a. einar hálvthundrað tunnur av olju.

Jósup hevur røkt siglingina til Svínoyar og Fugloyar, meðan Ritan hevur verið á sleipistøð. Tá Ritan fer aftur í sigling, fer Jósup aftur at sigla til Mykines.

Hava leigað tvíkilju

Strandferðslan hevur leigað tvíkiljuna Kavaran í Vestmanna at sigla við farmi til Mykines.

Kavarin var í Mykinesi í dag við oljutunnum og øðrum farmi. Tann báturin er útgjørdur við krana, og tað ger arbeiðið munandi lættari. Tá Kavarin er í Mykinesi, tekur hann eisini burturkast frá húsarhaldunum við sær inn aftur á meginlandið. Ferðin í Mykinesi eydnaðist væl í dag, sigur Jens Petur Brattalíð.

Brynhild hevur røkt ferðafólkaflutningin til Mykines, meðan Jósup hevur loyst av í Norðoyggjum.

Fríggjadagin fer Jósup aftur at sigla til Mykinesar, og Brynhild gevst at sigla.

Tí skuldu øll viðurskifti verið fingin í rættlag fyri hvítusunnu, sigur Jens Petur Brattalíð, ferðslusamskipari.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329